Ræðumyndir og dómadagsprædikur

2016-07-04 09:23 Author image
Dimma

Europa er í eini brótingartíð. Flóttafólkastreymurin, ólógliga tilflytingin, sosialur ófriður og loksins valdi enska fólkið at taka landið úr ES. Nógv av hesum verða í tí dagliga tengd saman, og skuldsetingarnar flúgva aftur og fram, um hvør hevur ábyrgdina av hesum ella hasum, og lítið mennandi kemur burtur tí retoriska hurlivasanum. Vinnararnir eru teir við tí einfalda boðskapinum, sum higartil eru slopnir undan at standa til svars fyri sínum gerðum, tí flokspolitiskt liggur valdið ofta hjá teimum gomlu flokkunum, ið hava eina søgu og eina nakað meira gjøgnumhugsaða tilgongd til politisku loysnirnar.

Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at ES ongantíð hevur fingið nakra fólkaræðisliga tyngd. Felasgsskapurin tykist fjarur, og kanningar vísa eisini, at fólk vita lítið og einki um ES og hvussu samstarvið tann vegin virkar og tískil hvønn týdning tað hevur. Her hava ES og politikararnir í teimum ymsu londunum ikki røkt sína uppgávu til lítar. Tískil er tað eisini øgiliga lætt at brúka ES sum syndabukk, tá innlendis trupulleikar taka seg upp – tá er lættast bara at skylda upp á ES.

Stóra Bretland kann í høvuðstølum vísa á eina sterka tjóð við einum sterkum búskapi, men aftanfyri vøkru orðini er sosiali ójavnin í samfelagnum vaksin. Stór fjøld av fólki í fjølbygdum umráðum eru arbeiðsleys er sera láglønt. Ofta plagar vánalig skúlagongd at fylgja í kjalarvørrinum og tá er tann niðurgangandi spiralurin, sum annars skal halda einum upplýstum vælferðarsamfelagi upp, skjótur at fáa eyga á. Í Bretlandi hevur stórt fokus verið verið á tilflytarar og flóttafólk, sum skulu eitast bæði at taka arbeiði frá bretum og kosta í sosialum útreiðslum – og at tað er ES sum hevur ábyrgdina. Boðskapurin er lættur, og ábyrgdarleysir politikarar høvdu frítt spæl.

Tá ES-viðhaldsfólkini royndu at vísa á avleiðingarnar av einum Brexit, vórðu teir bara lagdir undir at føra valstíð við ræðumyndum. Óneyðugt var at koma við undirbygdum argumentum, hví ávaringarnar kanska vóru upp á sítt pláss. Og so aftaná, tá veruleikin stóð meiðslaður í bretsku søguna, tosaðu teir politikarar, sum høvdu arbeitt við at fara úr ES, um dómadagspædikantar, tá viðhaldsfólkini søgdu hvat nú fór at henda.

Brexit var eitt dømi um, hvussu politikarar ikki hava megnað at drigið fólkið inn í ES-veruleikan, og hvussu samvitskuleysir politikarar drógu sær gagn av hesum. Trist.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður