Ein spurningur um hvør ræður í landinum

2017-03-17 10:33 Author image
Dimma

Uppskot til nýggja fiskiveiðiskipan er send til hoyringar, og atfinningarnar hava verið nógvar, og man fær næstan eina fatan av, at hetta er tað lidna lógaruppskotið, sum skal berast í tingið. Vónandi er tað ikki tað, og helst verður eisini nógv broytt, áðrenn tað kemur í tingið. Ein nýggj fiskivinnulóggáva er av so stórum týdningi, at tað setir krøv til politisku flokkarnar at brúka tað til meira enn politiskt leysakast.

Ein av nógv útskeldaðu ásetingunum er anti-trust reglan – reglan um, at eingin nakrantíð má eiga meira enn tólv prosent av samlaðu veiðirættindunum. Tað ljóðar ikki av nógvum, og endar henda áseting í lógini, og vinnan um nøkur ár er komin heilt har niður, er spurningurin, um orka yvirhøvur verður í vinnuni at endurnýggja seg. Í dag eru veikir partar av vinnuni hildnir uppi av nøkrum sterkum í sama felag. Tað er við at geva fjølbroytni í vinnuni og tryggjar eisini reiðaríini móti broytingum, tá ein fiskiskapur brádliga gerst av størri týdningi enn ein annar. Tað er eingin sum sigur, at uppsjóvarfiskur í allar ævir fer at vinna landinum pengar – tá er gott, at hesi reiðarí eisini eru í botnfiskavinnuni.

Samstundis er væl skiljandi, at anti-trust ásetingar eru í lógini, ikki bara av vinnuligum orsøkum, men eisini reint politiskum. Ógvusligu álopini og hóttanirnar seinastu vikurnar er besta grundgevingin fyri, hví okkurt slag av anti-trust má inn í lóggávuna. Vinnulívsmenn kring landið, sum kunnu verða raktir av lógarbroytingunum, hava hótt við bæði at steingja virkir og leggja ella selja skip, um samgongan fær sín vilja. Einki við at koma við einum konstruktivum útspæli, men heldur at senda hóttanir avstað um, at partar av landinum verða revsaðir, um tey fólkavaldu ditta sær at broyta lógarverkið. Tað er væl skiljandi, at fólk kring landið kenna ótta á sær, men hetta vísir eisini, hvat kann henda, tá einstakir aktørar fáa so stórt vald, at teir sita yvir politisku skipanunum.

Uppskotið, sum sent er til hoyringar, treingir uttan iva til ábøtur og broytingar, men tað er eisini tað ein hoyring skal brúkast til. At brúka løtuna til at spæla við vinnupolitisku vøddunum fyri at fáa politiskt vald er samstundis ein grundgeving fyri, at okkurt slag av anti-trust má inn í lógina.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður