Ein balansugongd

2017-01-20 15:12 Author image
Dimma

Á nýggjárinum komandi missir føroyski fiskiflotin øll síni rættindi, sum fella aftur til landið. Tað er tó ikki meira knívskorið enn sum so, at heimild er at leingja rættindini fyribils, inntil ein politisk semja er funnin.

Tá rættindini vórðu uppsøgd fyri tíggju árum síðan hildu tey flestu, at nóg mikið av tíð var at fáa eina nýggja lóg orðaða. Orsøkin til uppsøgnina av rættindunum var, at nógvir stórir og ógvusligur handlar hendu um tað mundið, og tosað var nógv um spekulasjón við landsins virðum. Tíverri er lítið hent á politiska leikpallinum hesum viðvíkjandi síðan.

Tá núverandi samgonga tók við, var eitt av aðalmálunum at greiða hesi viðurskifti, og ein arbeiðsbólkur varð settur at greina ætlanirnar hjá landsstýrinum, sum ynskti so nógv av rættindunum sum møguligt á uppboðssølu – men nevndin fór víðari og gjørdi eina spennandi greining av fleiri møguleikum. Hervið vóru politikarar rættiliga væl ílætnir til eitt gott og gevandi kjak um, hvussu fiskivinnupolitikkurin skuldi skipast frameftir. Seinni er Sambandsflokkurin eisini komin við einum uppskoti, sum ríkar um vitanargrundarlagið.

Tað vil siga, at alt talar fyri einum væl undirbygdum og siðiligum kjaki. Í blaðnum í farnu viku dróg stjórin í Nora eisini saman um teir ymisku møguleikarnar, og kom við eini áheitan um at breiðka kjakið at snúgva seg um annað enn bara uppboðssølu ella ei, tí málið er nógv meira samansett enn sum so. Vit skulu taka støðu til bæði tað lívfrøðiligu, búskaparligu og samfelagsligu dimensjónina.

Hetta er ikki bara eitt mál hjá samgonguni – hetta er eitt mál hjá øllum flokkum á tingi, sum burdu lagt partapolitiskt snildi á hillina, og staðið saman um at finna eina felags loysn. Málið er av alt ov stórum týdningi fyri føroyska samfelagið, enn at lata tað upp í hendurnar á politiskum revum og partapolitiskum spunasmiðum, bæði í virðing fyri vinnuni og fólkinum. Tað tykist, sum at fólk í vinnuni og politikarar í størri mun ennn áður eru farin at tosa saman konstruktivt, men tað skal so ómetaliga lítið til, áðrenn spælið verður spilt av politiskum egináhugamálum. Eingin vil landinum ella vinnuni illa – tað eru bara ymiskar áskoðanir, hvussu vit best røkka einum felags máli, og tá ber til við góðum vilja at koma til eitt gott úrslit.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður