Ein ridlandi heimur

2016-07-22 10:55 Author image
Simona Midjord

Í næstu viku savnast túsundavís av fólki í Havn at halda ólavsøku. Okkara føroyski samleiki verður undirstrikaður og øll politisk trætumál løgd til viks – eina løtu í hvussu er. Her savnast teir væl etableraðu samfelagsborgararnir og tey, sum hava minni at gera gott við, lið um lið. Nógv í føroyskum klæðum og annars pyntaði, so eingin munur sæst á høgum og lágum. Politikarar í høgum sessum og vinnulívsfólk hava einki at óttast – tey eru bara føroyingar, sum øll onnur.

Hetta er ein serstøða fyri okkum, og óhugsandi í flestu av okkara grannalondum, eisini tey sum vit vanliga samanbera okkum við  – og tað skulu vit fegnast um meira nú enn nakrantíð áður, tí tað er eingn sjálvfylgja. Heimurin ridlar og ófrættakend tíðindi verða borin dag og dagliga um yvirgang, dráp á sivil sum løgreglufólk, samstundis sum tónin gerst alt harðari og oysir bensin á eitt longu politiskt og átrúnaðarligt tendrað bál. Tað hendir í Evropa og tað hendir i USA, samstundis sum alt fleiri harðrendir bólkar birta ófrið í veikum londum kring okkum. Tað tykist ofta sum at vælútbúnir valdsgreðingar villleiða tey, sum antin eru illa útbúgvin ella sosialt lægst á rangstiganum, og sum skulu hava onkran at skylda upp á. Har frá er tað ikki so langt til víðgongdar gerðir.

Okkara oyggjar eru ikki raktar enn, men føroyingar aðrastaðni kunnu rakast líka lætt sum onnur. Víst skulu vit vera á varðhaldi, men tað nyttar lítið bara at venda blinda eygað til og bara at byrgja okkum inni. Vit mugu taka ábyrgd so nógv vit megna og læra av mistøkum hjá øðrum. Vit skulu vera klár, upplýst, og vísa menniskjum í neyð næstrakærleika. Ikki blint og bláygt, men við umhugsni, tí tá alt kemur til alt eru vit bara menniskju øll somul, kristin, jødar, buddistar, muslimar ella hvat tað skal vera.

Ólavsøkan skal minna okkum á kristningina av Føroyum og ikki á sjálvsøkni, sum stendur í skerandi andsøgn til gleðiboðskapin. Hetta útihýsir ikki at hjálpa okkara egnu, meira enn vit gera í dag, men er bara eitt sjálvsagt forleingilsi av okkara mentan og hugsunarhátti, sum vit eru so errin av.

Góða ólavsøku.

placeholder

Meira langlesnaður