Fótbóltsviljin

2016-06-24 14:00 Author image
Dimma

Í hesum døgum er tað næstan sum okkara egna landslið luttekur millum øll tey stóru í EM í fótbólti í Fraklandi. Spælið minnir nógv um okkara – vit royna at spæla góðan fótbólt, men verða trýstir aftur at verja, og leikararnir berjast sum úlvur á skóg fyri at fáa nakað burturúr. Tá tað óvæntaða hendir, er gleðin so stór, at vit næstan gráta av stoltleika. Men hesaferð er tað Ísland, sum hevur yvirtikið leiklutin hjá føroysku leikaranum, men í hugaheiminum eru teir eisini okkara.

At ein so lítil tjóð sum Ísland megnar at knógva fótbóltsrisum sum Portugal og øðrum, er eitt satt bragd. Tað er næstan sum Landskrona á sinni, og enn einaferð var tað Eysturríki, sum fekk stríðsandan úr Norðuratlantshavi at merkja.

Føroyskur fótbóltur hevði verið í nakað av einum aldudali, áðrenn vit veruliga reistu okkum aftur og vunnu tveir dystir móti Grikkaland í undankappingini til EM. Vit vóru líka við og næstan móti Ungarn, sum í Fraklandi hevur tikið øll á bóli. Liðið, sum var mett at vera veikasta liðið í kappingini, vann sín bólk, og hevur saman við íslendska avrikinum prógvað, at tað ber til, bara viljin er til staðar. Eisini albanar hava víst, at viljin ber langt.

Einki av hesum liðum hevur tær heilt stóru stjørnurnar á liðnum, hóast fleiri spæla í størri feløgum enn teir føroysku. Her er tað liðandin, sum ber liðini fram á leið, umframt eitt stórt arbeiði í heimlandinum at menna umstøðurnar – í hvussu er, tá tað snýr seg um Ísland. Tey eiga ongan Zlatan ella Ronaldo – tey eiga viljan at gera okkurt stórt og óvæntað.

Í Islandi hava tey gjørt nógv burturúr at menna umstøðurnar fyri fótbólti við at gera fótbóltshallir, so fótbóltur kann spælast árið á tamb. Uttan iva hava aðrar ítróttargreinir kært sína neyð um, at fótbólturin fær so nógv, men hetta er samstundis ítrótturin, sum savnar mest og gevur pláss fyri teimum flestu.

Tórshavnar Býráð hevur verið fyri nógvum atfinningum um, at so nógvur peningur skal brúkast til Tórsvøll heldur enn til annað, sum treingir. Men her mugu vit staðfesta, at vilja vit vera við, so kostar tað, og tað má satsast miðvíst fyri at náa úrslitum. Við at herma eftir Íslandi eru tað kanska vit, sum einaferð skapa yvirskriftirnar í altjóða fótbóltskappingum – hjartað er í hvussu er við.

  

  

Meira langlesnaður