Tann reini hurlivasi

2016-05-27 14:00 Author image
Dimma

Seinasta tíðin á politiska vígvøllinum hevur verið merkt av arbeiðnum at gera eina nýggja føroyska stjórnarskipan, sum eftir ætlan skal sendast til fólkaatkvøðu, tá hon er klár. Men signalini út til fólkið, sum møguliga einaferð skal taka støðu, drukna í argumentum henda og handavegin, samstundis sum flokkar royna at vinna hvørjum øðrum neisir. Offrið er føroyingurin, sum lógin annars skal umfata – hann veit hvørki út ella inn.

Javnaðarflokkurin roynir at undirstrika, at talan ikki er um eitt loysingarskjal, so sum Sambandsflokkurin vil vera við. Løgmaður heldur fast við, at nýggja uppskotið bara formaliserar rættin hjá føroyingum at taka seg úr ríkinum, um fólkið vil. Og so er innihaldið annars at líkna við grundlógir í øðrum londum, har millum annað stjórnarskipan, frælsis- og mannarættindi verða tryggjað – nakað, sum stendur í donsku grundlógini. Tankin er sambært flokkunum, sum taka undir við grundtankanum, at um føroyingar einaferð velja loysingina, so er grundlógin upp á pláss.

Hetta stríðir beint ímóti tí, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, og tí er tað kanska ikki so løgið, at flokkurin ikki vil laga upp undir eina møguliga loysing – og hví tryggja mannarættindi, talufrælsi og annað, tá tað longu stendur í tí grundlóg, sum Sambandsflokkurin fegin vil virka undir.

Og so er tað brádliga kjakið um, hvør lóg skal standa yvir hvørjari – tá verður málið veruliga gruggað, tí hvønn praktiskan týdning hevur tað, tá fleiri danskir forsætisráðharrar upp í saman hava endurtikið, at føroyingar renna opnar dyr inn, tá teir ynskja loysing, tí hon verður givin so skjótt føroyingar ynskja sær hana – men samstundis ikki vilja geva føroyingum rættin at fella tað á pappír. Tá er undirorðnað, hvør lóg stendur yvir hvørjari, og eitt tílíkt kjak kann ikki annað enn spjaða – Tjóðveldi hálar ein veg, Sambandsflokkurin hin. Javnaðarflokkurin roynir at finna gylta millumvegin, men tað verður trupult.

Samstundis, sum tað kann tykjast ábyrgdarleyst hjá Sambandsflokkinum at seta seg sjálvan uttanfyri, so kann hann uttan iva vinna nógv á politiska heimavøllinum. Tí hvør vil leggja nakað út til fólkaatkvøðu, sum gevur okkum heimildir, sum vit eftir fleiri útsagnum at døma longu hava. Man tað ikki liggja onkur duld dagsskrá?

Hvussu er og ikki, so er lagt upp til hugsjónarligan og partapolitiskan bardaga, har vandi er fyri, at borgarin verður settur á eitt síðuspor – og tað er ikki heppið fyri nakran.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður