Fáa nógv fyri lítið

2017-03-04 11:18 Author image
Dimma

Í vikuni kom fram, at Posta fer at hækka prísin á útbering av bløðum og samstundis skrivaði mentanarnevndin í Løgtinginum eitt álit um miðlastuðul. Tað var líkasum eitt løgið samanfall, at tá semja endiliga fanst at stuðla miðlunum, kom eitt alment partafelag og tók ein luns av bitanum.

At Posta dagførir sínar prísir kemur neyvan óvart á nakran – trupulleikin er, at tað verður gjørt við einum so ógvusligum høggi, uttan at kunna miðlarnar frammanundan. At hækka útberingina við 30 prosentum ger ógvusligt inntriv hjá miðlunum, uttan at tað merkist so øgiliga væl hjá Posta, tí uppløgini eru nógv minni í dag, enn tey hava verið. Posta kundi ivaleyst fingið nógv meira burturúr at hækka kostnaðin av útbering í hvørt hús av lýsingabløðum nøkur fá prosent. Men tann útberingin fær púrasta frið – tað kann undra.

Tað sømir seg ikki einum monopoli, sum Posta í veruleikanum er. Fyri nøkrum árum síðan var ein kappingarneyti á útberingarøkinum, sum serliga Dimmalætting hevði ment, men sum Nema samtakið valdi at selja Posta, eftir at tað hevði yvirtikið eigarapartin hjá Dimmalætting í útberingini. Hetta hevði tikið fleiri ár at uppbygt, og var bara møguligt, tí Dimmalætting um tað mundið var eitt sterkt felag og legði rygg til – hetta ber ikki til í dag við so veikum miðlum, og tað eigur ein almenn monopolfyritøka at taka atlit til. Nú kom sølan aftur um brekku, sum væntandi var.

Við einum miðlastuðli verður vónandi møguleiki at styrkja redaktiónirnar á føroysku miðlunum, so teir í størri mun verða førir fyri at viðgera týdningarmikil evni, enn bara at endurgeva partarnar. Tað er viðgerðin sum tekur tíð, men er samstundis eisini tann týdningarmikli parturin, um miðlarnir ikki bara skulu enda sum almennar uppslagstalvur og mikrofon- og pennahaldarar. Sum nú er, fæst nógv tilfar fyri lítlar pengar og við einum stuðli fer støðið vónandi at hækka enn meira. Miðlastuðulin kann eisini vera við til at verja føroyska borgaran mótvegis hópin av sonevndum fake-news, sum floymir inn yvir okkum og hevur góðar dagar, tá redaktiónir eru veikar. Vónandi sær Posta seg eisini sum ein part av samfelagnum við eini ábyrgd, sum burdi fylgt einum almennum monopoli.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður