Trump trampar

2017-02-04 14:04 Author image
Dimma

Áðrenn amerikanska forsetavalið kom Donald Trump við hópin av lyftum, sum fleiri tyktust fullkomuliga burturvið og sum vanliga ikki høvdu fingið nakra undirtøku. Men tað var einfalt og fangaði ein gloymdan skara av veljarum, sum ikki hugsa sum teir væl vandu politikararnir, spunasmiðirnir og fjølmiðlafólkini, sum taka sítt útgangsstøði í egnum umhvørvi. Tað loysti seg eisini at siga eina lygusøgu fyri og aðra eftir, og tær vóru so nógvar, at tað var næstan vónleyst at rætta tær aftur og fáa tær miðlaðar til skaran av fólki, sum ikki fær sína vitan umvegis vanligu miðlarnar.

Tað etebleraða USA var fullkomuliga í villareiði, og tað er ikki vorðið frægari, nú Donald Trump við fyriskipanum setir nógv av sínum vallyftum í verk uttan um konngressina.

Trump er farin undir at niðurlaga fleiri av stóru handilsavtalunum, er farin undir at fyrireika múrin til Meksiko og tað seinasta er at seta innferðarbann til heilar fólkabólkar, sum hava sín uppruna í nøkrum londum í arabiska heiminum. Stjórnarleiðarar kring heimin øtast av hesum fullkomuliga øðrvísi forseta, sum brýtur allar óskrivaðar reglur fyri, hvussu politikkur verður framdur á skipaðan hátt.

Nógvar av stóru amerikansku fyritøkunum ávara um gongdina, serliga tær innan KT-vinnuna, sum meira enn nakað annað í sínum uppruna eru partur av globaliseringini, har mørkini meira ella minni eru løgd niður. Hesar fyritøkur eru ein partur av maktelituni, sum er savnað kring býirnar, og har hevur Trump ongantíð havt nakran serligan stuðul – hann leggur seg eftir teimum, sum í kjalarvørrinum av globaliseringini og KT-kollveltingini hava ligið eftirá, og sum meira ella minni hava verið gloymd. Tey hava fingið eina rødd, og svara nú aftur.

Vit síggja tað eisini um okkara leiðir, har gjógvin millum tey framfýsnu og tey gloymdu er vaksin nógv seinastu árini. Nýggir fíggindar verða manaðir fram av politiskum opportunistum, sum síggja ein møguleika at sleppa fram at valdinum við at spæla upp á tær mest primitivu kenslurnar. Le Pen, Ukip og aðrir evropeiskir flokkar hava longu sett síni fótaspor, og í Týsklandi er rørslan kring Alternative für Deutschland í stórari framgongd.

Trampini hjá Trump gerast alt meira ófrættakend.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður