Journalistiskir brotasjógvar

2017-03-31 13:46 Author image
Dimma

Fiskivinnunýskipan fyllir sjálvsagt nógv í hesum døgum í miðlunum, men farnu vikuna hava miðlarnir sjálvir verið í andglettinum. Fyrst var tað løgtingsformaðurin, sum segði seg vera hóttan av einum miðlastjóra at atkvøða fyri miðlastuðlinum, og síðani fekk sendingin um skattamálið hjá Eik/Betri eitt høgg fyri og annað eftir fyri óreiðiligan journalistiskk og manipulatión.

Bæði málini seta miðlarnar í óneyðuga ringt ljós, og tað er serstakliga óheppið í eini tíð, tá miðlar í síni heild ikki viga nógv á trúvirðisvektini. At sjálvur tingformaðurin á Løgtingsins talarastóli setir fram so ógvusligar ákærur, fekk nógv okkara at stúrsa við. Aftursvarið frá skuldsetta miðlastjóra vendi kanónini aftur móti politikaranum, og tað endaði í einum stríðum streymi av ákærum, sum ikki kundu prógvast. Eftir stendur ein ørkymlaður miðlabrúkari. Eru hóttanir sendar gjøgnum luftina millum politikarar og miðlafólk, er tað fultkomuliga burturvið, men tað er heldur ikki rætt av tingsins røðarapalli at leggja eftir einum miðlastjóra, sum ikki kann verja seg.

Hinvegin er tað at fegnast um, at miðlastuðulin loksins er samtyktur við einum breiðum meiriluta, eftir áralanga oyðimarkargongd. Stuðulin upp á tvær milliónir krónur til allar teir privatu miðlarnar bjargar neyvan nøkrum miðli, men tað er heldur ikki endamálið. Stuðuilin fer at gera tað gjørligt at framleiða meira dygdargott tilfar – okkara lutur skal í hvussu er ikki liggja eftir.

At sendingin um skattamálið setti grundað spurnartekn við miðlaetikkin, er rættiliga álvarssamt, nú miðlar kring allan heim og í Føroyum hava fingið eitt skot fyri trúvirðisbógvin. Tað tyktist sum at sendingin var skorin til, so hon passaði inn í longu gjørdar niðurstøður. Ein niðurstøða frá fjølmiðlanevndini varð vend á høvdið og klipt var úr heilt øðrum samanhangum, fyri at fáa alt at ganga upp - tað var serstakliga óheppið. Hinvegin skal kringvarpið hava rós fyri at hava varpað ljós á skattamálið við djúpum og góðum kanningararbeiði, men tað var líkasum at ketan fór av, tá søgan skuldi sigast.

Vit kunnu ikki annað enn vóna, at føroysku miðlarnir koma sterkt aftur og prógva sítt virði eftir lærdómin seinastu tíðina.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður