Eitt stórt frambrot

2017-02-26 11:44 Author image
Dimma

Í 2023 skal vera koyrandi í undirsjóvartunlum av streymoyarlandinum til bæði Eysturoynna og Sandoynna, og harvið verður miðstaðarøkið víðkað munandi. Men íløgan er so stór, at vit vanligu menniskju hava trupult at skilja tað – 2,7 milliardir krónur eru tiknar í láni og landið setir eisini nakrar hundrað milliónir krónur í verkætlanina. Tað kom eisini fram herfyri, at ein treyt fyri góðum lánitreytum var, at ríkisfelagsskapurin varð settur sum trygd. Tá síggja vit líkasum álvaran í hesi stórfingnu verkætlan.

Tað sum umræður, er at fáa størstu nyttuna burturúr hesum. Her snýr tað seg ikki um kommunalpolitikk, hóast borgarstjórarnir ofta vera drignir fram. Tað snýr seg um meira enn bara hvussu nógv fólk fara at flyta henda ella handa vegin ella hvussu innkoyringarvegurin til høvuðsstaðin skal leggjast. Hetta er nógv størri enn so – hetta snýr seg um at trýsta so nógv samfelagsvirði úr hesi verkætlan sum gjørligt. Tá er neyðugt, at borgarstjórarnir leggja allar verjugarðar niður og hugsa stórt.

Herfyri bar borgarstjórin í Runavík uppá mál, at ein meira samskipa ætlan mátti setast í verk í sambandi við havnaútbyggingar. Í løtuni er stór verkætlan sett í verk í høvuðsstaðnum við havnaútbygging, samstundis sum havnin í Runavík verður bygd út. Hyggja vit yvirorðnað upp á hetta, uttan at taka kommunal atlit, er tað so upplagt, at framtíðar havnarútbygging verður løgd inn á Skálafjørðin. Tað merkir, at Havnin kann missa inntøkur og arbeiðspláss, sum verða flutt, men landsbúskaparliga sæð er hetta helst rættasta loysnin. So kann annað virksemi blóma í Havn – spurningurin í dag er, um tað ikki er ov seint. Landsmyndugleikarnir hava verið ov seinir á sjóvarfallinum, tí teir tordu ikki at nerta spurningin.

Men tað koma uttan iva nýggjar avbjóðingar við stóru tunnilsverkætlanini, har tað verður neyðugt at landspolitisk atlit verða tikin fram um tey kommunalu, so hvørt oyra verður brúkt rætt og alt ikki endar sum ein vinnupolitiskur og kommunalur hurlivasi. Tað hava vit ikki ráð til.

Verkætlanin tykist vera í góðum og professionellum hondum, meðan tann politiska hondin tykist meira lunkað og ótrygg. Vónandi fáa vit sum mest burturúr – ikki bara lokalpolitiskt í Havn, Runavík og á Sandoynni, men landspolitiskt, og tað krevur nýggjar politiskar vindar.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður