Sundurlyndi førir ongan veg

2017-04-07 11:14 Author image
Dimma

Fiskivinnunýskipanin fyllir nógv í politiska landslagnum í løtuni, men tað er synd at siga, at vanligi føroyingurin verður kunnaður so mikið, at hann eisini skilir, hvat tað er sum hendir. Hendan so ómetaliga týdningarmikla skipan, verður brúkt at vinna hvørjum øðrum politiskar neisir, samstundis sum hóttanir um at steingja virkir og selja skip ræðir vanliga føroyingin. Øðrumegin stendur landsstýrið við einum víðgongdum uppskoti, sum er sent til hoyringar, og hinumegin stendur stórur partur av andstøðuni og vinnuni og niðurgerð uppskotið.

Kringvarpið roynir í sínum lag at kunna føroyingar um, hvat tað er kjakið snýr seg um við eini røð av innsløgum undir heitinum Skil Fiskin. Hetta rakar ein breiðan skara av fólki, sum kanska ikki hevur stórvegis innlit í fiskivinnuna, og greinar eisini hugtøk, sum verða slongd aftur og fram í kjakinum. Hetta er gott public-service útvarp, tí fiskivinnupolitikkur rakar ikki bara tey í vinnuni, men alt fólkið, sum sambært lóg eigur tilfeingið í havinum.

Fiskivinnupolitikkurin eigur at vera ein so týdningarmikil og grundleggjandi partur av okkara tilveru, at kjakið um nýskipan fær okkum at standa saman og hugsa um heildina. Tá Sambandsflokkurin fór í samráðingar við samgonguna, hómaðist ein glotti av ábyrgdarkenslu, men tað var líkasum at flokkurin gjørdist fjálturstungin, tá samgongan brádliga lurtaði og atfinningarnar frá vinnuni tóku til í megi. Tá tordi hann ikki meira. Honum á kroppi komu so einstakir politikarar í samgonguni, sum at kalla allir høvdu tilknýti til økir, har sterkar vinnufyritøkur mæltu ímóti ætlanunum um eina nýskipan.

Hetta sundurlyndið og vantandi ábyrgdarkensla, tykist ikki sørt ørkymlandi, og í einum so stórum álvarsmáli, eiga aktørarnir at leggja egin áhugamál til viks og taka lógvatak. Eingin sigur, at semja skal vera um alt og kjak skal til – men tað snýr seg um eitt uppbyggjandi kjak, heldur enn eitt niðurbrótandi. Sum er, tykist dentur vera lagdur á at hótta og vera móti øllum. Tað týdningarmesta er, at øll seta sær eitt mál, heldur enn at skjóta alt niður sum onnur koma við.

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður