Ikki av fetanum

2016-07-08 11:44 Author image
Dimma

Føroyska sjúkrahúsverkið bløðir, um vit taka alt undir einum. Eingin ivi er um, at umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru ótolandi, men samstundis hoyra vit hvussu væl tað virkar á serliga Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Og so er tað, at sjúkrahúsini blíva til almennar kastibløkur, har leikfólk gera seg til serfrøðingar og so framvegis. Herfyri kom so eisini enn ein frágreiðing, hvussu sjúkrahúsverkið kundi skipast betur, og hvussu mest kundi fáast burturúr, samstundis sum umráðið kundi mennast. Landsstýriskvinnan var eisini bjartskygd og reksaði hópin av átøkum upp, sum kundu setast í verk her og nú – men so fall alt til jarðar aftur, tá mælt varð til eina felags leiðslu. Vandin fyri, at hetta álitið endar í eini skuffu, sum øll tey undanfarnu, er stórur.

At eitt so lítið samfelag skal hava tríggjar sjúkrahúsleiðslur tykist eitt sindur ørvitiskent, men botnar í grundleggjandi misáliti millum politikarar og leiðslur, og so kemst ongan veg. Tað skuldi sagt seg sjálvt, at ein leiðsla fyri alt sjúkrahúsverkið átti at verið tað besta, so alt kundi verið samskipað betur. Men tá spurningurin verður tendgur upp í, um tað skulu vera eitt ella trý sjúkrahús, fær pípan annað ljóð.

Eitt, sum ein felags leiðsla hevði tikið støðu til, var hvar tey ymisku spesialini skuldu verið. Higartil hevur júst hesin spurningur verið lagdur til eina politiska avgerð, og spesialini løgd har, sum læknarnir hava verið, ikki hvar tað var skilabest. Og so er tað spurningurin, hvat definerar eitt sjúkrahús – skal tað hava eitt hámett spesiali á skránni sum bringuprýði, ella skal tað hava aðrar tænastur, sum ikki eru líka høgt í metum, millum annað endurvenjing?

Vit skulu ikki siga hvat er rættast at gera, men okkurt má gerast, um sjúkrahúsverkið ikki skal rapa sum ein neyðug tænasta. Tað nyttar lítið aftaná at fara at geva hesum ella hasum skuldina, tí hana eiga vit øll, og skommin er okkara. Skulu vit bara flyta spesialini av landinum ella koma so langt út, at onnur trýsta loysnir omanyvir okkum?

Tað tykist, sum at støðan er óloysilig - sum ein gordiskur knútur. Tá tann óloysiligi knúturin skuldi loysast í síni tíð, valdi Alexander tann Stóri ikki mætari enn bara at kvetta hann av við sínum svørði. Spurningurin er, hvør endin verður á verandi støðu í føroyska heilsuverkinum, um partarnir ikki kunnu semjast – skal politiska svørðið brúkast, kunnu sárini gerast óneyðuga djúp.

placeholder

Meira langlesnaður