Oddagrein: Ein fyrimynd

Oddagrein: Ein fyrimynd

2017-09-22 11:54 Author image
Georg L. Petersen

Áðrenn borgarakríggið í gamla Jugoslavia høvdu vit í Evropa ikki ímyndað okkum, at lond kundu syndrast og verða tveitt út í oyðandi stríð um okkara leiðir. Tað var nakað, sum hendi í øðrum heimspørtum. Men tíðin vísti, at tað skal ikki so nógv til – tá einstakir politikarar eggja til arrogansu og tjóðskaparkenslu um somu tíð er skjótt, at eldur kemur í. Soleiðis datt gamla Jugoslavia sundur og setti varandi kílar millum fólkasløg, sum áður hildu saman sum eitt.

Vit eru í hesum døgum vitni til eina konflikt í Spania, har tey í Katalonia hava fyrireikað eina fólkaatkvøðu um loysing. Katalonska tingið hevur tikið avgerðina, hóast spanski hægstirættur hevur sagt tað vera ólógligt, og meginstjórin í Madrid hevur sett føtur í spenni, og heldur enn at velja samráðingarvegin er farin beint inn í ein bardaga við at leggja hald á atkvøðuseðlar og annað.

Sum skilst hevur ynskið úr Katalonia um økt sjálvstýri verið møtt við arrogansu úr Madrid í longri tíð, sum hvørki hevur verið at høgt ella stungið í. Tað kann fáa sjálvt tey mest sambandssinnaðu í Katalonia á bakbeinini, samstundis sum sjálvstýriskrøvini bara eru herd, sum ein mótreaktión.

Vit kenna støðuna eitt sindur aftur frá kreppuárunum í Føroyum í 90-unum og teimum eftirfylgjandi samráðingunum um fullveldi. Danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen var serstakliga arrogantur og niðurlátandi móti føroysku samráðingarnevndini, so sjálvt sambandsfólk í Føroyum, sum als ikki stuðlaðu nakrari fullveldistilgongd, reistust og talaðu at. Hetta setti eisini eld í í Føroyum, men tíbetur lagaði tað seg so nøkulunda, og viðurskiftini batnaðu munandi, tá nýggj stjórn kom til valdið.

Fleiri danskir forsætisráðharrar hava síðan sagt, at tað er upp til føroyingar sjálvar at taka støðu um vit skulu úr ríkinum ella ei – avgerðin liggur í Føroyum, hóast danska grundlógin sigur nakað annað, og tað er hesin rættur, sum nú skal staðfestast í eini stjórnarskipan, uttan at danir muta ímóti. Hetta er pragmatiskur politikkur, tá hann er av tí góða, og burdi verið ein fyrimynd hjá øðrum – heldur at velja samráðingarleiðina og góða viljan heldur enn arrogansu og konfrontatión.

placeholder

Meira langlesnaður