Oddagrein: Líka fyri báðar partar

Oddagrein: Líka fyri báðar partar

2017-11-03 09:09 Author image
Georg L. Petersen

Í seinastuni hevur kjak verið um RNP-innflúgvingarskipanina, sum Atlantsflog hevur brúkt og sum Vága Floghavn nú eisini hevur tikið til sín at servisera onnur flogfeløg við, sum ætla sær at flúgva til Vága Floghavn.

Henda skipanin hevur avgjørt givið Atlantsflog ein fyrimun, tí reglusemi hevur verið nógv størri enn hjá kappingarneytanum SAS. Sum tað skilst á kjakinum, so vóru Vága Floghavn og Atlantsflog í felag farin undir arbeiðið at menna skipanina til flogvøllin í Vágum, men at Vága Floghavn tók seg burturúr samstarvinum, so Atlantsflog stóð einsamalt eftir. Hetta hevði við sær stórar útreiðslur til føroyska flogfelagið.

Talan er ikki um útgerð, sum skal setast upp á landi, men ein skipan í sjálvum flogfarinum, sum skal fóðrast við vitan, sum krevur tíð og pengar at menna – og tað er hetta, sum Vága Floghavn nú ætlar at gera og bjóða SAS og møguliga nýggjum kundum.

Men er hetta kappingaravlaging og skal Vága Floghavn sita hendur í favn og verða bundið av loyaliteti mótvegis Atlantsflog? Hetta er ein vónleysur spurningur at svara, tí á ein hátt er tað kappingaravlaging, men hinvegin kann Vága Floghavn ikki vera bundið niður í sínum tænastuveitingum. Men vit skilja helst øll Atlantsflog, tí at veita RNP til fleiri tekur ein fyrimun burtur, sum hevur givið Atlantsflog so nógv, nú kappingin kom.

Upprunaliga hevði hesin trupulleikin als ikki verið har, um Vága Floghavn í síni tíð kendi sína vitjunartíð og av sínum eintingum fór undir at menna RNP-skipanina. Sum skilst var tað tá Statens Luftfartsvæsen, sum ikki vildi spæla við, so lítla men knáa Atlantsflog sjálvt tók um endan. Hetta vísir hvussu týdningarmikið tað er við eini framskygdari leiðslu, sum nú tykist standa á odda fyri bæði Vága Floghavn og Atlantsflog, sum tora at hyggja eftir møguleikum heldur enn forðingum og skjótum vinningi.

Stríðið um RNP er ein gomul synd og leivd frá eini tíð, har einki bar til. Hvussu hesin knúturin kann loysast til gagn fyri allar partar er næstan vónleyst at siga – men Vága Floghavn má hava loyvi at virka og bjóða seg fram. Spurningurin er so, hvussu Atlantsflog best kann kompenserast fyri sítt slóðbrótandi arbeiði.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður