Oddagrein: Ov bíligt at leggja ábyrgdina á valdømini

Oddagrein: Ov bíligt at leggja ábyrgdina á valdømini

2017-10-27 09:22 Author image
Georg L. Petersen

Fólkaflokkurin er av tí fatan, at vit skulu fara aftur til skipanina við fleiri valdømum, tí verandi skipan við einum valdømi einki gott hevur havt við sær. Hon hevur havt við sær, at áhugin í lokalu valfeløgunum er dalaður munandi, og at lokalpolitikkurin ongantíð áður hevur verið so sterkur sum nú.

Tað er neyvan nakar ivi um, at skipanin við tí eina valdøminum varð trumfað ígjøgnum á sinni uttan stórvegis viðgerð og vitan um hvørjar avleiðingarnar fóru at vera. Tað var eisini næstan vónleyst at vita, tí tað er so trupult at samanbera okkum við onnur lond.

Stórur ótti var fyri, at politiska valdið fór at miðsavnast í høvuðsstaðarumráðnum, og at bert tey kendu andlitini í almenna rúminum fóru at mynda Løgtingið. Tað er tó neyvan hetta, sum er ein trupulleiki í dag.

Størsti trupulleikin, sum ferð eftir ferð setir eld í politisku skipanina, eru borgarstjórarnir og kommunalpolitikararnir, sum sita á tingi. Lokalpolitikarar á Tvøroyri, Tórshavn, Vestmanna og Klaksvík hava ferð eftir ferð lagt bein fyri landspolitiskum ætlanum og broytingum, og skal man leita eftir lokalpolitikki, sum avskeplar landspolitikk, so er tað meira har trupulleikin liggur, enn í tí eina valdøminum.

Hetta er tó ómetaliga trupult at gera nakað, tí at banna kommunalpolitikarum at luttaka í landspolitikki ber ikki til. Tað kundi hinvegin hjálpt nógv, um hugburðurin millum politikarar og flokkar broyttist í hesum sambandi, so politikarar altíð valdu annað til og hitt frá og ongantíð vóru virkinir í báðum støðum samstundis. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, og Magnus Rasmussen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavík, eru eitt gott dømi um val, sum aðrir borgarstjórar kundu lært nakað av. Men tá tað gongur út yvir pengapung og vald hava nógvir menn trupult at velja nakað frá – og tað er synd.

Tað er tó neyvan nakar ivi um, at tað altíð er gott við eftirmeting av skipanum, uttan at konsekvent at bakka aftur til tað farna – tað hevur sjáldan nakran framburð við sær.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður