Oddagrein: Ov nógv í seinna lagi

Oddagrein: Ov nógv í seinna lagi

2017-09-15 10:37 Author image
Georg L. Petersen

Í vikuni vóru umboð fyri samgonguna í sjónvarpsstovuni, har tey skuldu svara fyri teimum lyftum tey høvdu givið, og hvat higartil var komið av skafti síðan samgongan varð skipað. Av tí at hesi trý umboðini vóru einsamøll í sjónvarpsstovuni saman við vertinum, var tað trupult at skera inn á bein, tá tey hálovaðu egnum avrikum.

Tað sum stendur eftir er, at teir stóru reformarnir, sum henda samgongan setti út í kortið, allir hava fingið kaldliga móttøku og ikki eru avgreiddir. Við øðrum orðum skulu tey størstu málini avgreiðast móti endanum av samgonguskeiðinum.

Pensjónsnýskipanina hava vit ikki hoyrt serliga nógv um í almenna rúminum, hóast talan er um eitt stórt mál, sum andstøðan helst fer at skjóta niður. Um argumentini ikki eru til staðar, so er lætt hjá andstøðuni at spæla hund, tí samgongan er so skirvislig við sínum seytjan umboðum, har fleiri eru leysar kanónir.

Tað verða helst hini bæði málini, fiskivinnunýskapan og stjórnarskipanin, sum í fyrstu atløgu kunnu gera enda á samgonguni, ella tey verða gjøgnumførd við smalast hugsandi meiriluta, hóast útgangsstøðið var at finna eina breiða semju. Verður tað úrslitið, er spurningurin hvussu nógv tað er vert.

Orsøkin til vantandi breiðu semjurnar kann samgongan finna í síni egnu samanseting og vantandi stýring. Andstøðan luktaði blóð frá fyrsta degi, og er í nøkrum førum farin so langt at gera samgonguni ónáðir, at tað fer at hella tann óseriøsa vegin. Men tað er so lokkandi hjá andstøðuleiðarunum at skjóta alt hjá samgonguni niður, tí teir kenna øll tey veiku liðini.

Spurningurin er, um andstøðan hevur brúkt tey røttu vápnini, sum skulu takast í nýtslu upp undir eitt komandi val. Ístaðin fyri at gera sína ávirkan galdandi og kunna vísa á konstruktiv úrslit, so kann andstøðan finna onnur valslogan enn tey, sum skutu uppskot hjá øðrum niður, hóast tað í fleiri førum hevur verið ein gyltur møguleiki at víst á eina framburðssinnaða hugsan, landinum at frama.

Samgongan tykist ikki hava fingið stórvegis burturúr fyrstu tíðina, og neyvan verður betri í seinnu helst av tíðarskeiðnum, hon situr við valdið. Andstøðan hevur heldur einki annað fingið burturúr enn at sáa split.

Spurningurin er, hvat føroyingar velja, einaferð tá val verður aftur – eina syndraða samgongu uttan handalag ella eina afturhaldssinnaða andstøðu.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður