Oddagrein: Sunn heilsa loysir seg

Oddagrein: Sunn heilsa loysir seg

2017-10-13 13:05 Author image
Georg L. Petersen

Í mong ár hevur verið trúttað niður í okkum føroyingar, hvussu vit skulu leggja lívsvanar um, eta sunt, drekka minni, leggja av at royka, eta minni grind og vera likamliga virkin. Fólkaheilsuráðið hevur lagt okkum lag á, og lítil ivi man vera um, at vit í dag liva munandi sunnari enn áður, ella í hvussu er eru tilvitaði um, at ein sunn lívsførsla er týdningarmikil fyri okkum – ikki bara sum einstaklingar, men eisini sum samfelagsborgarar, sum ikki skulu leggja so stórt trýst á heilsuverkið við okkara lívsstílssjúkum.

Men har manglar líkasum nakað, tí heilsa snýr seg ikki bara um likamligu heilsuna, men eisini ta sálarligu. Og har manglar nakað sambært eini greinarøð, sum er í blaðnum í dag í kjalarvørrinum av Sálarheilsudegnum, sum var hildin týsdagin. Áður hevur tað verið Sinnisbati, sum skipaði fyri degnum, men í ár var tað ein breiður skari av feløgunum, sum stóð fyri, millum annað Fólkaheilsuráðið, sum annars hevur lagt størsta dentin á likamligu heilsuna seinastu mongu árini.

Í blaðnum í dag sóknast ein sálarfrøðingur eftir einum meira miðvísum politikki innan sálarheilsu, tí kanningar vísa, at alt fleiri føroyingar gerast óarbeiðsførir vegna ringa sálarheilsu. Hetta er ein dýr menniskjalig avleiðing av einum vantandi politikki, men so sanniliga eisini ein dýrur umgangur fyri tað almenna. Ein kanning av skúlabørnum hevur enntá víst, at støðan millum ung er verri í Føroyum enn í grannalondunum.

Skotið verður millum annað upp at fáa sálarheilsu sum fak í fólkaskúlanum, so ungfólk eisini gerast meira varug við henda partin av okkara heilsu. Finnland hevur gjørt hetta til fak í skúlanum, so tað eigur eisini at bera til hjá okkum.

Tað er annars rættiliga sigandi, at dagin eftir Sálarheilsudagin kom skriv frá Fólkaheilsuráðnum, sum var við at fyriskipa dagin í ár. Nærliggjandi hevði verið, at ráðið fylgdi sálartráðnum upp, men nei. Talan var um eina Gallup-kanning, sum ráðið hevur biðið um á hvørjum ári síðan 2002 og sum viðger teir vanligu spurningarnar um matvanar, royking og annað tílíkt. Sálarheilsan var ikki umrødd við einum orði. Ein byrjan kundi verið at útbygt hesa kanning til eisini at viðgera sálarheilsuna – tað hevði so verið eitt stig rætta vegin, ella eitt signal, um ikki annað.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður