Oddagrein: Umaftur og umaftur

Oddagrein: Umaftur og umaftur

2017-10-20 10:12 Author image
Georg L. Petersen

So var tað aftur her, og uttan iva eru fleiri oddagreinir skrivaðar um hetta sama seinastu árini – Landssjúkrahúsið manglar pengar. Viðhvørt eru tað viðgerðirnar uttanlands, sum hava kostað ov nógv, onkra aðru ferð hevur tað verið heilivágurin, sum er vorðin ov dýrur. Hesaferð eru grundgevingarnar kryddaðar við stríðnum á føðideildini og stórar útreiðslur til læknavikarar og konsulentar.

Tað plagar at enda við, at stjórin verður hóttur við starvinum, men at hann klárar tað so dánt og at enda leggur frá sær, áðrenn hann veruliga hevur fingið sett seg til rættis sum ein stabilur stjóri. Hesaferð valdi stjórin at fara, áðrenn trupulleikarnir gjørdist almennir, so ákoyringarnar í staðin regna á fyribils setta stjóran.

Vit kunnu á hvørjum ári viðgera neyvt og greitt júst hvør ársins trupulleiki er, men tað er margháttligt, at trupulleikin er afturvendandi, líkamikið hvussu dugnaligir stjórarnir eru. Orsøkin má liggja onkra aðrastaðni, helst í politisku skipanini, sum gevur Landssúkrahúsinum so lítið rásarúm, at tað er vónleyst at stýra einum so stórum almennum stovni. Tað skulu so ómtaliga lítil sveiggj til henda ella handavegin, áðrenn tað slær út.

Ein onnur óheppin avleiðing av hesum er, at kjakið um eitt ella trý sjúkrahús tekur seg upp, hóast tað í veruleikanum einki hevur við akuttu støðuna á Landssjúkrahúsinum at gera. Kjakið um hvussu sjúkrahúsverkið skal skipast kunnu politikararnir heldur ikki finna út av, tí hvørja ferð nakrar broytingar verða skotnar upp, so byggja politikarar verjugarðar um sítt egna, tí álitið á skipanina er so lítil. Til dømis átti tað ikki at verið nakað galið í at skipa sjúkrahúsverkið undir einari leiðslu, men óttin fyri at lokalu sjúkrahúsini verða rakt er so ómetaliga stórur, at ætlaðu broytingarnar verða útvatnaðar.

Grundleggjandi má vera ein veruleikanær fíggjarætlan fyri Landssjúkrahúsið, sum okkara politikarar mugu taka hædd fyri, tá fíggarlógin verðir smíðað. Ráð mugu vera til, at heilivágurin dýrkar, at viðgerðirnar uttanlands dýrka ella ein konflikt tekur seg upp, sum gerst dýr, tá avtornar. Hetta eigur at vera av størri týdningi enn at fáa tølini at passa á fíggjarlógini.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður