Ódnarveður: Skaðar bæði á Skála og í Hvalba

2016-09-10 08:02 Author image
Jógvan Samuelsen

- Eg møtti klokkan sjey og eg havi faktiskt tosað í telefon síðan. Eg havi ikki havt stundir til at skrivað alt í samdøgursrapportina enn, og eg skilji at makkarin hjá mær eisini hevur nakrar, so samanlagt vildi eg mett, at vit hava fingið einar 30 fráboðanir.

Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, tá Dimmalætting ringir fyri at hoyra, hvussu skilið er kring landið, nú veðurgudarnir hava gjørt av at minna føroyingar á, at tað framvegis kan vera illveður í Føroyum.

Síðan einaferð í nátt hevur tað leika í av suðri og útsynningi, og fram móti morgni hevur tað verið serliga ringt.

Heilt hvussu ringt sæst best við at hyggja at veðurstøðunum á heimasíðuni hjá Landsverki; har vísa veðurmátingarnar, at tað í støðum er heilt ringt.

Á Norðadalsskarði var millum 45 og 57 metrar um sekundið fyri løtu síðan, og á Øraskarði í Suðuroy var vindurin millum 36 og 50 metrar um sekundið. Á Gjáarskarði leikar eisini í, tí har vísti vindmátarin upp í 45 metrar um sekundið.

Harðasta hvirlan, sum er máld seinasta samdøgrið er máld á Norðadalsskarði beint eftir klokkan hálvgum sjey og var hon næstan 63 metrar um sekundið.

Tá veðrið er so ófantaligt sum tað er í dag, standast ofta skaðar av, og soleiðis er eisini hesaferð, váttar løgreglan.

Hóast nógvar fráboðanir snúgva seg um okkurt sum liggur leyst og rekst, so hava myndugleikarnir eisini fingið fráboðanir um størri skaðar.

- Ja, tíverri. Av Skála hava vit fingið boð um at ein tekja er farin, og í Hvalba hava teir verið úti og arbeitt í ein góðan tíma. Hvat tað var havi eg ikki ordiliga greiðu á, sigur vakthavandi.

Sum skilst snúgva flestu fráboðanir seg tó um ymiskt leyst, sum liggur og rekst, so sum greinar og trampolinir, sum ikki eru festar nóg væl. Í miðbýnum í Havn eru fleiri trø farin um koll. Eitt, sum er meira enn 100 ára gamalt. Tað stóð í horninum á parkeringsplássinum hjá Mariu Poulsen í Tórsgøtu/Sverrisgøtu. Men nú liggur tað tvørtur um Sverrisgøtu. Og inni í garðinum aftanfyri gamla Bank Nordik í miðbýnum er eisini eitt træ farið um koll.

 

Á Tvøroyri hevur eisini leikað í, og har eru bingjur farnar til stroks á bryggjuni. Mynd: Bjarni Nygaard

   

placeholder

Meira langlesnaður