Ódnin Ophelia fer suður um Føroyar

Mynd: BBC-stillmynd

Ódnin Ophelia fer suður um Føroyar

2017-10-16 18:03 Author image
Leif Láadal

Í Írlandi og Wales hava tey veruliga merkt ódnina Ophelia í dag. Higartil eru fráboðanir komnar um, at trý fólk hava latið lív í sambandi við nógva vindin. Lesið meira HER

Veðurforsóknirnar siga tó, at vindurin, sum hevur verið upp í 48 metrar um sekundið í Írlandi og Wales í dag, er minkandi.

Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, tá føroyingar hoyra um 48 metrar um sekundið, men í hesum økjum eru tey ikki so von við slíkan vind, og tí kann stórur skaði henda.

Ophelia er nú minkandi og á veg út í Norðsjógvin. Í morgin rakar ódnin, sum tá er niðursett til storm, Norra, sum tað sæst á myndini, sum er ein stillmynd frá veðursendingini hjá BBC.

Sum tað sæst, so rakar Ophelia ikki Føroyar, og her hjá okkum verður boðað frá toluliga góðum veðri í morgin. Tó so, so kann Ophelia hava við sær regn og vind skamt sunnanfyri Føroyar, men ikki millum oyggjarnar.

Tað nýggjasta um veðrið í Írlandi og Wales kann lesast og síggjast HER (Frá BBC)

 

  

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður