Ófriðarligt í Turkalandi

2016-07-16 09:10 Author image
Elisa Vang

Tað var ófriðarligt í turkiska høvuðsstaðnum Ankara í gjárkvøldið. Herurin hevur roynt at framt eina kvettroynd móti Erdogan forseta og turkisku stjórnini. Býurin hevur verið í undantaksstøðu síðani álopini byrjaðu í gjárkvøldið, tá brýr vóru stongdar, øll flogferðsla til og frá Turkalandi varð steðgað, og hernaðarflogfør sóust sveima yvir Ankara. Seinni var ein ógvislig spreinging við stjórnarbygningin. Enn er óvist, hvussu nógv fólk hava latið lív, men ákæruvaldið metir, at talið á deyðum er komið upp á 90 og 1154 særd sambært Politiken. 

Út á kvøldið vóru 759 hermenn handtiknir, saman við 29 herovastum og og fimm generalum.

Stjórnin hjá Erdogan tvíheldur um, at kvettið ikki hóttir stjórnina og at tamarhald er á støðuni. Sjálvur Erdogan forseti eggjaði fólki til at savnast á útvaldum støðum í býnum, eitt nú við flogvallirnar, men danska uttanríkisráðið heitir á ferðandi um at vera verandi á gistingarhúsinum. 

Enn er óvist, hvussu umfatandi kvettið hjá turkiska herinum hevur verið, hvussu stóra makt herurin kann hava fingið og hvussu nógv fólk eru komin til skaða. ES hevur víst stjórnini hjá Erdogan stuðul, og umvegis eitt tweet frá formanninum Jean-Claude Junker sigur ES seg stuðlað einari demokratiskari stjórn.

placeholder

Meira langlesnaður