Litir og lívsins lættleiki í Focus

2016-08-10 10:36 Author image
Dimma

Oggi hevur nógvu seinastu árini arbeitt við lívsins álvarsemi og teimum viðurskiftum menniskjað hevur undir sólini, í listgrafiskum prentmyndum.  Hesaferð hevur Oggi stuttleika sær við litum og formum í ein meira støddfrøðiligum myndabúnaði á ein meira spælandi hátt enn hann hevur gjørt áður, sigur Gallarí Focus í tíðindaskrivi.

Nakrar av myndunum eru trívíddar veggmyndir, meðan aðrar eru tvívíddar, men málaðar á krossvið, har viðurin sæst gjøgnum myndirnar. 

Oggi Lamhauge (f. 1971) er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993 - 1997 og hevur sýnt fram her á landi og uttanlands. Hann hevur saman við øðrum gjørt prýðisuppgávur og hevur somuleiðis gjørt altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið varð latin kirkjuni í 2001. Hann gjørdi verkætlanina “Ringrás”, sum varð ein umhvørvislistarlig verkætlan, ið innihelt eitt verk um mánaðin í eitt ár og í einum ávísum innandura rúmi. Saman við hesi verkætlan kom bók út við sama heiti - eitt slag av dokumentatión fyri verkætlanina og samstundis ein listarligur liður í verkætlanini. 

Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrettsending um listamannin og virksemi hansara. 

Í løtuni arbeiðir listamaðurin við eini nýggjari verkætlan til Bønhúsið í Søldarfirði, har hann skal sniðgeva altar, altarringin, talarastólin, nummartalvur og umframt hetta gera altartalvu til bønhúsið. Hetta arbeiði verður ætlandi liðugt áðrenn árslok.

Framsýningin í Gallarí Focus letur upp hósdagin 11. august klokkan 16 til 18. Framsýningin er opin til 25. August, týsdag til fríggjadag klokkan 15 til 18, leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.

placeholder

Meira langlesnaður