Ógvusligt monsunregn í suður Asia

Mynd: epa.eu

Ógvusligt monsunregn í suður Asia

2017-08-30 15:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Nógvastaðni í India, Bangladesh og Nepal er yvirflóð vegna ógvusligt monsunregn. Tað skrivar bretska blaðið, the Independent. 

Umleið 1200 fólk eru deyð, og milliónavís hava mist hús og heim í ógvusliga monsunregninum. Hetta er sokallaða "regnárstíðin" í suður Asia, og vanligt er at tað regnar nógv í mánaðum frá juni til september. Men í ár ber av. 

Regnið hevur rakt eina rúgvu av fátøkum bygdum í teimum ymsu londunum, og tískil er støðan sera ring. Íbúgvarnir hava lítlan møguleika at bjarga sær mat og reint vatn í ruðuleikanum. 

Sambært the Independent, meta serfrøðingar, at ógvusliga monsunregnið kann setast í samband við mannaskaptar umhvørvisbroytingar.

placeholder

Meira langlesnaður