Ógvusligur eldur í Varðanum Pelagic

Mynd: Portal.fo/Rudi Nielsen Bruhn

Ógvusligur eldur í Varðanum Pelagic

2017-06-09 11:19 Author image
Georg L. Petersen

Fólk verða nú flutt burtur, tí vandi er fyri vandamiklum útláti av ammoniak. Tey verða millum annað flutt í ítróttarhøllina.

- Fólk verða nú evakueraði, og ítróttarhøllin verður brúk sum uppihaldsstað. Hvalbiar Skúli og Miðnámsskúlin hava báðir boða frá, at teir eru til reiða at hjálpa um tørvur er á tí. Bjargingarliðini í oynni møtast í grótbrotinum og leggja ætlan um hvat tey kunnu gera, eins og fólk í oynni, millum annað fólk við roykkkavara útbútbúgving, bjóða seg fram at hjálpa. Øll vilja hjálpa til, verður sagt av alarmsentralinum.

Orsøkin er til fólk verða flutt burtur er vandin fyri útláti av ammoniak. Tá fráboðanin kom til alarmsentralin var boðað frá eldi í vatnøkinum. Nú stendur eldurin upp gjøgnum takið og roykurin er ógvusligur.

Kl. 9.45 kom fráboðan um, at eldur var í virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri, og talan er um ógvusligan eld. Fólk verða biðin um at halda seg minst 1.000 metrar burtur. Búgva fólk nær við, verða tey biðin um at halda seg innandura.

Tað er óvist hví eldurin kyknaði.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður