Lítil ójavni í Føroyum

2016-05-29 21:00 Author image
Dimma

Hagstovan hevur út frá tveimum mátum, fimtapartslutfallininum og gini-talinum, gjørt upp, hvussu sosiali javnin er í Føroyum, og samanborið tølini við tey í grannalondunum.

Tá talan er um hesi bæði mát, liggja Føroyar í lægsta endanum, tá samanborið verður við okkara grannalond.

Føroyar eru á sama støði sum Ísland, 3,1 í fimtingslutfall og 22,6 í gini-tali, meðan Danmark er norðurlandið við størsta ójavna. Gini–talið í Danmark í 2014 var 28,3 og fimtingslutfallið 4,4. Samanumtikið er tað soleiðis, at jú longri ein flytur seg burtur frá noðrurlondunum,  jú hægri gerast hesi mát og sostatt ójavnin størri.

Men føroysku tølini er vaksin seinastu árni.

Fimtapartslutfallið var 2,7 í 2009 og 3,1 í 2014 – tað merkir, at í 2014 var ríkasti fimtiparturin í Føroyum 3,1 ferðir ríkari enn fátækasti fimtiparturin.

Gini-talið var 19,3 í 2009 og 22,6 í 2014.

Hvar merkja hugtøkini?

Fimtapartslutfallið

Her verða borgararnir býttir í fimm eins stórar partar eftir javnvirðisinntøku. Síðani verður roknað, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.

Gini-vísitalið

Gini-vísitalið er eitt annað mát fyri, hvussu javnvirðisinntøkurnar í samfelagnum eru býttar. Um øll hava somu inntøku er talið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna, er talið 100%.

   

   

placeholder

Meira langlesnaður