Ójavnt útgangsstøði til nýggja fiskivinnuskipan

2016-08-11 08:27 Author image
Dimma

Verður hugt eftir tølunum seinnu árini, so er sera ójavnt, hvussu ymsu skipabólkarnir hava klárað seg.

- Teir ymsu skipabólkarnir fiska ymisk fiskasløg og á ymiskum leiðum, men eru eisini undir ymiskum fiskivinnuskipanum. Her liggja orsøkirnar til ymisligu gongdina hjá skipabólkunum.

Tað sigur Símun Absalonsen frá grannskoðaravirkinum NUMO við Norðlýsi. Hann sigur fíggjarliga útgangsstøði til nýggju fiskivinnuskipanina vera sera ójavnt hjá vinnuni.

Símun Absalonsen fer at hava fyrilestur í Norðoya Sparikassa í Klaksvík týskvøldið um búskaparligu gongdina hjá úrvaldum skipabólkum hjá úrvaldum skipabólkum í føroyska veiðiflotanum og um møguleika teirra í sambandi við eina nýggja fiskivinnuskipan.

Hann fer eisini at hugleiða um, hvussu arbeiðssetningurin hjá nevndini, ið ger tilmæli til politisku skipanina um nýggja fiskivinnuskip eftir 2018 kann koma at ávirka veiðiflotan.

placeholder

Meira langlesnaður