Ókeypis filmsýning: HARÐSKAPUR - í navni kærleikans

Ókeypis filmsýning: HARÐSKAPUR - í navni kærleikans

2017-11-22 08:26 Author image
Leif Láadal

Leygarkvøldið ber til at síggja biografaktuella filmin “VOLD – I kærlighedens navn” í Norðurlandahúsinum.

25. november er altjóða dagur ímóti harðskapi yvirfyri kvinnum, og í tí sambandi hava Amnesty International, Kvinnuhúsið og Almannamálaráðið/Sig frá fingið nýggja og viðkomandi filmin til Føroya, upplýsa stigtakararnir í skrivi sent miðlunum.

Leikstjórin, Christina Rosendahl, fer sjálv at greiða frá undan sýningini og systir hennara, Pernille Rosendahl, fer at syngja nøkur løg eftir sýningina.

Talan er um ein heimildarfilm har kreppumiðstøðin DANNER í Keypmannahavn fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur latið dyrnar upp fyri myndatólum og filmsgerð. Leikstjórin, Christina Rosendahl, hevur í fimm ár filmað og fylgt kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi og børnum teirra. Í filminum sigur hon teirra søgur.

Sýningin er almenn og ókeypis.

Fyrireikararnir siga, at talan bert verður um eina sýning í Føroyum á hesum sinni, nevniliga leygarkvøldið 25. november klokkan 19, so gott er at møta í góðari tíð, fyri at tryggja sær ein sess, verður sagt.

placeholder

Meira langlesnaður