OL er langt burturi

2016-05-11 11:20 Author image
Dimma

Tað er mest sum ógjørligt hjá Føroyum sum land at gerast limur í altjóða olympiska samgonguni.

Tað kemur fram í samrøðu við Petur Elias Petersen sum varð skrivað í Dimmalætting, nú hann gavst sum forseti í ÍSF. Petur Elias hevur verið í nevndini fyri ÍSF síðan 1995. Frá 2004 til 2010 var hann næstformaður og árini 2010 til 2016 var hann forseti í ÍSF.


Tríggir fundir uttan úrslit

Sum er, hava vit ikki møguleika at luttaka sum land, men føroyingar kunnu luttaka fyri Danmark, um teir annars klára kravtíðir og gera avtalu við danir.

Fyri einum ári síðan fingu Føroyar í lag fund við olympisku nevndina, og síðan hava tríggir fundir verið, men Petur Elias Petersen, sum man hava bestu kensluna av spurninginum, hevur ikki góðar vónir.

- Sjálvt um Føroyar luku treytirnar í 1984, tá ið vit søktu, og treytirnar ikki blivu broyttar fyrr enn 10 ár seinni, og sjálvt um Føroyar eru við í øðrum altjóða samgongum, so eru olympisku leikirnir í veruleikanum eitt privat fyritaksemi, og tað er torført hjá okkum at broyta nakað, sigur Petur Elias.

Hann sipar til, at tá Føroyar søktu um limaskap í 1984, forðaðu krøvini, sum tá vóru galdandi, ikki fyri føroyskum limaskapi, men umsóknin bleiv parkerað. Tíggju ár seinni, í 1994, blivu reglurnar fyri limaskapi broyttar, og eftir teimum reglunum, kunnu Føroyar ikki gerast limur við verandi ríkisrættarligu støðuni

- Nógv smálond vilja sleppa við, og tað sær ikki út til, at IOC hevur áhuga í tí. Vit eiga tó áhaldandi at royna at gerast limur og fáa okkara umsókn frá 1984 at vera galdandi, tí tá luku vit allar treytir, sigur Petur Elias Petersen.

Les Langlesnað: Troyttur eftir 35 ár í meldrinum


Politiskur stuðul munar lítið

Málið um olympiskan limaskap er eitt afturvendandi politiskt mál í Føroyum, sum kortini ongan veg tykist koma.

Herfyri spurdi Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, Aksel Johannesen løgmann, um hann fer at taka itøkilig stig fyri at fáa føroyskan limaskap í IOC.

Hann svaraði, at landsstýrið fer áhaldandi at lata sín fulla stuðul til ÍSF í sínari stremband at røkka málinum um sjálvstøðugan limaskap í Altjóða olympisku nevndini.

Talan er kortini um eitt sera trupult mál, viðgongur hann í svarinum til Anniku Olsen.

- Tað er sjálvandi harmiligt, at okkara ítróttafólk framvegis ikki kunnu luttaka undir føroyskum flaggi. Samgongan hevur sett sær fyri í samgonguskjalinum at vinna Føroyum sjálvstøðugan limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini. Vit mugu kortini ásanna, at talan er um eitt sera trupult mál, ið Ítróttarsamband Føroya varðar av, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

At tað er meira enn trupult, váttar Petur Elias Petersen, fráfarni forsetin í ÍSF, sum hevur roynt at trýst á, har tað hevur borið til.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður