Seldi gullmerkið frá 2000 og vann nú eitt nýtt

2016-08-14 13:25 Author image
Sigmund Vang

OL-svimjarin Anthony Ervin, sum er elsti svimjarin á amerikanska svimjilandsliðnum, vann í 2000 gull á 50 metrum. Hann kom tá á mál samstundis sum ein annar svimjari, so báðir fingu gull. Hesaferð var eingin javnur og allir hinir aftanfyri, tá 35 ára gamli Ervin svam finalu í Rio.

Anthony Ervin er kendur fyri at vera eitt sindur av einum buldribassa, men hann er altíð komin afturíaftur. Í 2004 gjørdi hann tað sjáldsama, at hann seldi gullmerkið frá OL í 2000. Hann setti tað til sølu á eBay, og fekk 17.100 dollarar afturfyri. Pengarnar lat hann til grunnin, sum veitti hjálp til tey, sum fórust av flóðalduni (tsunamiini) í fjareystri.

16 ár seinni endurtók hann bragdið og sjálvandi hevur hann fingið spurningin frá miðlunum, um hann nú aftur fer at selja gullheiðursmerkið. Svarið hjá Ervin var: ”Tað veit eg ikki”.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður