Olaf Johannessen er aftur kosin besti sjónleikarin

2016-06-13 08:29 Author image
Dimma

Olaf Johannessen er annað árið á rað kosin at vera ársins besti mannligi sjónleikari í Danmark.

Hetta hendi, tá ið Ársins Reumert 2016 var latin í sunnukvøldið.

Hesa ferð fekk Olaf Johannesen heiðurin fyri sín leiklut á Kongaliga Teatrinum sum Puntila, ið er ein finskur góðseigari við einum ógvuliga umbroytiligum sinnalagi. Hetta er eisini tittulpersónurin í einum kendum stykki hjá týska dramatikaranum Bertolt Brecht.

Grundgevingin hjá dómsnevndini fyri at geva Olafi Johannessen heiðurin var hendan:

"Sjældent har en skuespiller været så beruset som her. Olaf Johannessen var generøs og kærlig som fuld – og beregnende og benhård som ædru. Hans ben flaksede musikalsk, mens hans stemmeklang tyranniserede alt. Jakkesættet sad upåklageligt, selv efter fjerde flaske vodka. En intelligent magtherre, der styrede både forestillingen og publikum."

Olaf Johannesen er sonur leikstjóran Eyðun Johannessen, og hann er maður sjónleikaran Maritu Dalsgaard, sum hevur leikstjórnað fleiri leikir á føroyska pallinum í seinastuni.

Ein onnur, sum varð heiðrað, var Lisbeth Dahl. Hon fekk Ársins heiðursprís. Í grundgevingini fyri at veita Lisbeth Dahl hendan serliga heiðurin stóð millum annað, at hon er ein "institution på revyscenen".

Benedikte Hansen var kosin árins kvinnuligi sjónleikari fyri sín høvuðsleiklut í leikinum Tørst eftir Abelone Koppel.

Ársins Reumert vóru handaði sunnukvøldið í Operuni í Keypmannahavn, har alt tað besta á donsku leikpallinum var komið saman. Årets Reumert er einasta hendingin, sum fevnir um alla leiklistina í Danmark. Meira kann lesast um Årets Reumert her

placeholder

Meira langlesnaður