Olaf bergtekur sum Jeppe  

2016-06-29 15:36 Author image
Dimma

Okkara egni Olaf Johannessen er fullkomiliga á fjallatoppinum á sínari yrkisleið. Hann fær nóg illa trinið upp á pallin, antin tað er í Danmark ella aðrastaðni, uttan at lovorðini runga frá áskoðarum og ummælarum.

Seinastu tvey árini á rað hevur hann fingið tignarligu Reumert-virðislønina sum besti sjónleikari í Danmark, og nú standa ummælararnir aftur uppi við lógvabrestum eftir enn ein meistarligan leik.

Holberg-leikurin "Jeppe på Bjerget" verður leiktur á Grønnegårdsteatret, og Olaf Johannessen liggur í barónsongini. Grønnegårdsteatret hevur savnað nøkur av ummælunum. Og tað eru ikki hissini rósur, ið verða blakaðar upp á pallin.

Henrik Lyding skrivar í Jyllandsposten 26. juni, at klassikarin hjá Holberg fær fulla skrúvu við einum sublimum Olaf Johannessen í miðdeplinum. Eingin kann kjakast um valið av Olaf Johannessen sum Jeppe, verður sagt: "Han er verdensklasse, simpelt hen. Den bedste Jeppe-figur, jeg har set? Det er ikke for meget sagt."

Monna Dithmer skrivar í Politiken 28.juni 2016, at Olaf Johannessen er framúrskarandi sum Jeppe: "Den tumpede bonde bliver en mere moderne anfægtende figur, hvor Johannessen med suverænt greb om nuancerne får anskueliggjort Jeppes tilstand af konstant splittelse," skrivar hon.

Jakob Steen Olsen skrivar í Berlingske 26.juni 2016 um ein eminentan Olaf Johannessen sum Jeppa til allar tíðir: "Olaf Johannesen, eminent skuespiller, fylder dygtigt hullerne ud uden at tabe komikken af syne," skrivar hann.

Heimsklassi, sublimt og eminent. Aðrir ummælarar skriva um fagnarríkt summarundirhald, um Jeppa som tragiskan serling og um teatermagi. Leikurin "Jeppe på Bjerget" við Olaf Johannessen verður leiktur á Grønnegårds teater fram til 20. august. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður