Verið á ólavsøku 71 ár á rað

2016-07-28 07:12 Author image
Jákup Højgaard

- Eg kom við einum motorbáti úr Gøtu í 1945, sum fimtan ára gamal. Tá var tað eg fór á ólavsøku fyri fystu ferð. Tað var ein spennandi túrur, og fólkini umborð vóru spent og fortaldu nógv allan túrin. Nærum allan túrin fortaldu tey mær, at nú vóru vit komin hálva leið til Havnar, fortelur Suni Jacobsen, sum síðani 1945 hevur verið við til hvørja ólavsøku. 

- Tá vit løgdu at á kongabrúnni, minnist eg, at vit sóu amtmannin koma gangandi við húgvuni hjá sær. Hann var farin sær ein kaitúr. Tá eru tey nokk komin úr kirkjuni, so tað hevur verið ólavsøkudag. Síðani havi eg verið á hvørjari ólavsøku, og man hevur glett seg hvørja ferð sum eitt barn.

Suni Jacobsen hevur verið við til nógv ymisk á ólavsøkuni. Í ítrótti var hann við Bragdinum, og eina árið kappaðist hann í móti íslendingum. Hann var við landskórinum hjá Hans Jákup Højgaard og sang uttanfyri Tinghúsið, tað sigst at har vóru so nógv við, at sangurin hoyrdist heilt út til sjúkrahúsið. So var hann eisini við í ólavsøkulistaframsýningini hjá listasavninum, har hann hevur víst nógvar av sínum málningum.

- Man fór til tað sum var. Tá var ikki so nógv sum nú. Kappróðurin fór man at hyggja at og kappríðingini á velbastaðvegnum. So dámdi mær eisini at spáka mær ein túr og fara inn og hyggja eftir teimum framsýningunum sum eg náddi. Tað var ikki so nógv og stórt, sum tað er nú, men tá helt man, at har vóru nógv fólk. 

Í alt hevur Suni verið á ólavsøku í 71 ár. 
- Ólavsøkan er tað sama hvørt ár, men alíkavæl ikki. Eg sigldi ongantíð úti, so tí lagaði tað seg so, at eg ongantíð havi mist nakra ólavsøku. Tað er sjálvandi ikki tað sama sum tað var, men man gleðir seg. Nú fari eg nakrar lættari túrar og so slappi eg av, man fær jú næstan líka nógv við í sjónvarpinum, so eg fái tað mesta við. 

    

   

placeholder

Meira langlesnaður