Ólavsøku útisetadystur í Gundadali

2016-07-25 13:58 Author image
Jákup Højgaard

Føroyskir fótbóltsútisetar skjóta ólavsøkuna í gongd. Tað verða tey bæði útisetaliðini úr Danmark, ÍF Føroyar og FF Klettar, sum 27. juli fara at dystast í Gundadali. Hetta er triðja árið, at hesin ólavsøku dysturin verður leiktur. Bæði liðini hava vunnið hvør sín dyst so spennandi verður, hvat lið nú ferð at leggja seg á odda í innanhýsis stríðnum. Liðini eru úr Keypmannahavn og Århus. 

Sama dag spælir kvinnuliði hjá ÍF Føroyum í móti kvinnuliðnum hjá HB.

Dystinir báðir verða leiktir á ovaravølli í Gundadali. Kvinnudysturin millum ÍF Føroyar og HB verður leiktur klokkan 17. Dysturin millum ÍF Føroyar og FF Klettar verður klokkan 20

placeholder

Meira langlesnaður