Ólavur halgi var sadist og bølmenni

2016-07-25 13:39 Author image
Jákup Højgaard

Nú ólavsøkan nærkast er tað ikki bara í Føroyum, at Ólavur halgi verður fagnaður. Eisini verður ólavsøka hildin á Stiklastøðum, har Ólavur doyði 29. juli 1030. 

Stórtingslimur í Noregi, Torgeir Fylkesnes, finst at heiðranini av Ólavi halga og heldur, at norska kirkjan sjálv hevur skapað ta góðu myndina av Ólavi, vit kenna til í dag. Sjálvur meinar hann, at Ólavur kongur var ein sadist og eitt bølmenni, og mælir til at dempa hátíðarhaldið av honum. 

- Gjøgnum undur og gátuførar hendingar hevur kirkjan skapt eina søgu um Ólav, har hann ikki var tann sadisturin og bølmenni sum hann var tá hann livdi, men ein angrandi drápsmaður, sum umvendist av tí góðu trúnni, sigur hann við NRK.

Hann heldur, at granskast skal meira í søguni um slagið á Stiklastøðum, uttan at kirkjan verður blandað uppí, og harvið fáa eitt betri søguligt eyga á, hvat hendi í bardaganum á Stiklastøðum. 

Les upprunagreinina her

Meira langlesnaður