Ólavur Rasmussen settur sum SALT-stjóri

Ólavur Rasmussen settur sum SALT-stjóri

2017-08-25 21:34 Author image
Leif Láadal

Leiðslan fyri mentanarhúsið SALT á Tvøroyri hevur valt at kunngera um nýsetta stjóran fyri húsið á sínum Facebook-vanga, Á vanganum "SALT Sound & Live and Theatre" verður stutt og greitt boðað frá, at Ólavur Rasmussen nú endaliga er settur sum stjóri fyri SALT.

Tað hevur verið eitt sindur av rumli í sambandi við júst hesa setan, tí Ólavur Rasmussen sat upprunaliga í nevndini fyri SALT, tá tað fyrstu ferð varð søkt eftir stjóra, og tá søkti hann sjálvur starvið, sum tó ikki bleiv sett. Síðani hevur hann tikið seg úr nevndini, og nú søkt varð aftur eftir stjóra, og Ólavur tí var habilur í mun til aðrar umsøkjarar, fekk hann altso sambært vanganum hjá SALT á Facebook, starvið.

Starvssetanin kann síggjast HER

placeholder

Meira langlesnaður