"Code red" á Old Trafford

2016-05-15 16:36 Author image
Dimma

DAGFØRING 16.55: Løgreglan á staðnum upplýsir, at illgrunasami luturin nú er sprongdur undir skipaðum umstøðum. Eftir spreinginina vísti tað seg, at talan var um eina væl gjørda bumbueftirgerð

https://twitter.com/gmpolice

Tað er fult umfar í ensku Premier League í dag, og í Manchester skuldi Manchester United taka ímóti Bournemouth, men stutt eftir at áskoðararnir so smátt vóru farnir at sessast, vórðu teir bidnir um at fara av økinum aftur, og ein trygdargeiri upp á 100 metrar kring leikvøll varð sett í verk.

Tað er ikki heilt vist enn, hvat ta er fyri ein lutur, sum er funnin. Sambært fyrrverandi fótbóltsleikaranum Stan Collymore er talan um ein bumbulíknandi lut, sum varð funnin á einum wc, og sum er bundin i eina fartelefon.

Møguliga verður neyðugt við eisini skipaðari spreinging av lutinum.

Servand bumbulið við hundum eru komin á Old Trafford.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður