Hvør eigur rættin til fiskin?

2016-06-23 08:51 Author image
Sigmund Vang

Mánadagin 5. juli kemur bókin "Fiskiskapur - fjølbroyttar ásetingar," sum Óli Samró, búskaparfrøðingur og fiskivinnuráðgevi, hevur skrivað. Bókin lýsir, hvussu fiskivinnan kring heimin er skipað, og hvussu ymisku fiskivinnuskipanirnar virka og roynast á heimsins høvum.

Óli Samró skrivar millum annað:

"Fjølbroytt er, hvussu londini áseta, hvørjum fiskivinnan skal tæna, og hvør tað er, ið eigur fiskin. Í Føroyum er orðingin: “... ogn Føroya fólks.” Í Norra: “... ligg til fellesskapet i Noreg”, í Íslandi: “...standi undir lífsafkomu og hagsæld þjóðarinnar”.

Í øllum londum eru stríðsmál millum samfelagsbólkar. Politisku og vinnuligu áhugamálini eru ymisk og stór.

Nøkur halda, at kvotur er besta loysnin, meðan onnur halda fiskidagar. Stríð er um, hvussu loyvir eiga at útlutast, eftir søguligum fiskiskapi ella boðin út á marknaði. Ósemja er um, annaðhvørt útlendingar kunna eiga fiskiskip og loyvir, ella ikki.

placeholder

Meira langlesnaður