Faroe Petroleum funnið olju

2016-07-13 17:43 Author image
Simona Midjord

Fundið hjá oljufelagnum, sum upprunaliga var føroyskt, er mett at vera millum 43 og 80 milliónir føt. Samaborið við onnur fund er hetta ikki tað størsta. Verður samanborið við til dømis Johan Sverdrup-økið, so hevur tað 1,7 og 3 milliardir føt.

Men fundið er av stórum týdningi fyri Faroe Petroleum, sambært Helge Hammer, sum er stjóri fyri virkseminum hjá Faroe Petroleum í Noregi.

- Fundið liggur í einum sera áhugaverdum umráði, beint við Braga-økið. Um fundið kann gagnnýtast av boripallum har, so leingir tað munandi um livitíðina hjá boripallinum, sigur Helge Hammer við NRK.

Faroe Petroleum eigur 14,3 prosent av Brage-økinum, sum Winthershall Norge stendur fyri.

- Tað er gleðiligt, tá fund verða gjørd í tílíkum umráðum, har leiðingar og boripallar eru frammanundan, soleiðis at tilfeingið kann gagnnýtast uttan at neyðugt er við fleiri íløgum, sigur Eldbjørg Vaage Melberg frá norska Oljedirektoratet.

Les tíðindastubban hjá NRK HER

 

placeholder

Meira langlesnaður