Europa League: Øll liðini skulu eystureftir

2016-06-20 12:17 Author image
Dimma

Steypavinnararnir úr Víkingi skulu til Letlands at spæla móti FK Ventspils í fyrra dystinum í Europa League.

HB trekti Levadia Talinn í Estlandi, og har verður fyrri dysturin eisini á útivølli.

NSÍ skal til Hvítarusslands at spæla móti Shakhtyor Solidorsk; fyrri dysturin verður í Føroyum.

Hetta gjørdist úrslitið, tá ið drigið var til Europa League í UEFA fyri løtu síðan.

96 lond vóru drigin í fyrsta undanumfarinum. Fyrri dysturin í Europa League verður 30. juni, og tann seinni verður 7. juli.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður