Øll servitan um køliútgerð varð send til hús í 2011

Ammoniaktangarnir á Varðanum Pelagic (Savnsmynd: Leivur Nygaard)

Øll servitan um køliútgerð varð send til hús í 2011

2017-07-07 12:45 Author image
Georg L. Petersen

Arbeiðseftirlitið fór í 2015 at byggja vitanina upp aftur, eftir at øll servitan á stovninum á økinum varð spard burtur í 2011. Enn er nakað eftir fyri at koma á mál, men stjórin á Arbeiðseftirlitinum heldur, at eftirlitið er við at koma á beint aftur.

– Í 2011 varð helvtin av starvsfólkunum søgd úr starvi, harímillum øll tey, sum høvdu eina servitan innan køliskipanir. Seks fólk vóru eftir, sum skuldu hava eftirlit við øllum økinum hjá Arbeiðseftirlitinum, sum fevnir um mangt annað eisini. Tað hevði sjálvsagt ávirkan á arbeiðið hjá stovninum, men í 2015 settu vit aftur ferð á arbeiðið við at hava eftirlit við køliskipanum, millum annað eftir at løggildir føroyskir køliveitarar høvdu tikið seg saman í eitt felag, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Arbeiðseftirlitið hevur í seinastuni verið fyri hørðum atfinningum, serliga í Kringvarpi Føroya, í sambandi við vantandi eftirlitið við køliskipanum í Føroyum. Eisini formaðurin í Felagnum Føroyskir Køliveitarar, Petur Egholm, finst at Arbeiðseftirlinum í blaðnum í dag.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar

placeholder

Meira langlesnaður