Ongin semja millum Trump og demokratarnar um DACA

Mynd: epa.eu (Fólk mótmæla avtøku av DACA-skipanini)

Ongin semja millum Trump og demokratarnar um DACA

2017-09-14 15:53 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tann 4. september í ár kunngjørdi Donald Trump, forseti í USA, at hann vildi avtaka skipanina, DACA. DACA er ein skipan sum fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama setti í verk. Skipanin verjir børn, ið eru komin ólógliga til USA við foreldrum sínum. Hesi børn eru uppvaksin í USA og kenna onki annað heim. Skipanin DACA ger tað lættari hjá hesum fólkunum at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í USA.

Trump, ið arbeiðir fyri at herða reglurnar um tilflytarar í USA kunngjørdi sostatt at hann vildi avtaka hesa skipanina. Hetta hevur fingið øði í nógv fólk, serliga tey umleið 800.000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini.
Avgerðin at avtaka skipanina fall í síðstu viku, og tá kunngjørdi løgmálaráðharrin, Jeff Sessions, at kongressin hevði eitt hálvt ár at koma við einari alternativari loysn til DACA-skipanina.

Í gjárkvøldi var tó líkt til at semja var funnin millum demokratarnar og Trump um skipanina. Tað var eftir ein døgurða í hvíta húsinum, at limirnir í demokratiska flokkinum, Nancy Pelosi og Chuck Schumer, kunngjørdi í felag á Twitter, at semja var gjørd við Trump um at verja tey 800.000 fólkini, ið eru umfataði av DACA skipanini. Umframt hetta var tað eisini tosað um eina markaeftirlitsskipan, ið ikki umfataði at byggja ein múr millum USA og Meksiko.

Men hetta avnoktar Donald Trump í morgun. Tað skrivar DR og BBC. Trump sigur, at um nøkur slík avtala skal gerast skal hann hava eina semju um nógv sterkari markaeftirlit afturfyri. Hann staðfestir eisini, at múrurin longu er við at blíva bygdur, við at umvæla og styrkja verandi hegn og múrar, ið longu finnast við markið millum USA og Meksiko.


placeholder

Meira langlesnaður