Ongin skal kenna seg hóttan í verkfalli

Ongin skal kenna seg hóttan í verkfalli

2017-12-20 10:48 Author image
Innsent

Fleiri fakfeløg hava alment funnist at stjóranum í Almannaverkinum, tí hann skal hava hótt limir í Føroya Pedagogfelag, sum eru í lógliga lýstum verkfalli. Sum landsstýriskvinna í almannamálum er tað ein støða, sum eg sjálvandi alt fyri eitt havi kannað nærri.

Á fundi í Almannaverkinum í morgun umrøddu vit skrivið, sum Almannaverkið sendi út til starvsfólkini 15. desember. Skrivið vísti á, at vit øll hava eina ábyrgd ikki at fara frá einum øðrum menniskja, sum er hjálparleyst, samstundis sum tað var greitt tilskilað, at Almannaverkið virðir verkfalsrættin.  

Eins og stjórin í Almannaverkinum vísti á í Degi&Viku í kvøld, so var tað ongantíð ætlanin at nakar skuldi kenna seg hóttan í verkfalli. 

Eitt verkfall er ein ólukkulig støða hjá okkum øllum, men tað skal eingin ivi vera um, at bæði eg og Almannaverkið virða rættin hjá fakfeløgum at fara í verkfall.

Eg vil samstundis inniliga heita á partarnar um alt fyri eitt at taka upp aftur samráðingarnar, so komast kann burturúr naggatódnini. Hetta so bæði starvsfólk og okkara veikastu borgarar aftur kunnu kenna seg trygg.

Eyðgunn Samuelsen,
landsstýriskvinna í almannamálum”

 

 

placeholder

Meira langlesnaður