Onnur uppboðssøla gav 2,7 milliónir krónur

2016-07-18 15:28 Author image
Jákup Højgaard

Uppboðssøla av 600 tonsum av botnfiski í norska partinum av Barentshavinum hevur verið í dag. Minsti ásetti prísurin var 1,75 kr./kg í meðan hægsta boðið var 6,50 kr./kg. Endaliga úrslitið var ein prísur á 4,50 kr./kg og uppboðsølan endaði við at:

Akraberg fekk 100 tons

Enniberg fekk 300 tons

Sjúrðarberg fekk 200 tons

Samanlagt komu 2.700.000 krónur inn, skrivar Vørn.

placeholder

Meira langlesnaður