Opera Voce við Michalu Petri frumframføra trý verk

2016-05-17 13:50 Author image
Dimma

Danski tónleikabólkurin Opera Voce, við millum øðrum heimskenda blokkfloytuleikaranum Michalu Petri, hevur bílagt og framførir verkini, sum eru norðurlendsk burturav.

Hans Gefors hevur skrivað tvey av verkunum, sum verða frumframførd, og eru tey ávikavist skrivað til tekstir úr “Det” hjá donsku Inger Christensen og yrkingar hjá norska Jon Fosse, sum vann bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015.

Triðju fumframførsluna eigur Sunleif Rasmussen, sum hevur skrivað nýggjar variatiónir yvir kenda sálmin “Harmur og gleði” fyri altblokkfloytu.

Tey sum framføra á hesi konsertini eru, umframt Michalu Petri á blokkfloytu, mezzosopranin Mette Østergaard, sellisturin Toke Møldrup og pianisturin Tine Fenger.

Á skránni annars verða verkini Sulamith og Solomon op. 1 og 6 fyri mezzosopran og klaver hjá Lange-Müller og Malinconia op. 20 fyri sello og klaver hjá Sibelius. Mette Østergaard gav í 2010 eina fløgu út við eini innspæling av Sulamith og Solomon, og hon varð tá kosin at vera besta danska útgávan av hesum verkinum.

Konsertin við Opera Voce er í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 2. juni kl 19.30.

placeholder

Meira langlesnaður