25 ár við Ørkini

2016-06-02 07:15 Author image
Dimma

Jákup Kass prestur vígdi Ørkina í Reykjavík tann 2. juni 1991. Hann var formaður i Føroysku Sjómansmissiónini tá. Tað var ein long tilgongd, sum tá var liðug, tí byggingin vardi fleiri ár.

Í mun til sjómansstovuna, sum var bygd á Skúlagøtu í 1958, er Ørkin í Brautarholti 29 eitt sjómansheim og gistingarhús. Tí var tað ein stór broyting og menning av føroyska arbeiðinum í og út frá Reykjavík, tá Ørkin læt dyrnar upp í 1991.

Ørkin er eitt nútímans gistingarhús við 20 kømrum og 65 seingjarplássum. Vesi, brúsa og sjónvarp eru á hvørjum kamari. Harafturat er ókeypis internet í øllum húsinum. Morgunmatur er íroknaður gistingarkostnaðin. Bólkar kunnu keypa mat inn í húsið. 

Sjómansheimið er enn eitt savningarstað fyri føroyingar á Reykjavíkarleiðini. Nøkur reglulig tiltøk eru í Ørkini vetrarhálvuna. Har er lestur ella møti sunnudagar, og føroyskur skúli er leygardagar fyri smærri børn. Føroyingafelagið brúkar sjómansheimið til fundir og onnur tiltøk, og sjómanskvinnuringurin savnast einaferð um mánaðin.

Nú fleiri og fleiri sjúklingar verða sendir til Reykjavíkar, er avtala gjørd millum føroyska heilsuverkið og Ørkina um gisting og mat.

Fólk frá sjómansheiminum vitjað eftir førimuni umborð á føroysk skip.

Í sambandi við 25 ára dagin verður føroysk gudstænasta leygardagin 4. juni kl. 14.00 í Háteigiskirkjuni, har Jógvan Fríðriksson, biskupur prædikar. Móttøka verður í Ørkini frá kl.15.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin til føðingardagskaffi. Sunnudagin 5. juni kl. 16.00 verður møti, har øll eisini eru vælkomin.

placeholder

Meira langlesnaður