Stríð um órudd

2016-07-12 15:38 Author image
Simona Midjord

- Kommunan roynir at gera alt fyri at fáa hatta burtur frá eygunum á fólki. Vit hava á afturlatnum fundi í býráðnum havt málið til viðgerar, og øll sum vóru á fundi vóru samd um, at hatta má burtur haðani. Tí hatta sær ræðuligt út. Men borgarin eigur stykkið, har jarnið liggur á, og hann hevur umhvørvisgóðkenning til tað. So tað er ikki í okkara hondum, og vit kunnu ikki gera annað enn royna at fáa semju við hann, men tað gongur striltið.

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu í sambandi við, at gamalt jarn verður savnað saman á einum stykki, sum liggur tætt undir vegnum í Skálafirði, beint omanfyri bátahylin í bygdini.

- Sum ein borgari í Runavíkar kommunu og íbúgvi í Skálafirði, eri eg noyddur at gera vart við syndarligu viðferðina Skálafjarða bygd hevur verið úti fyri seinastu tíðina. Um hugt verður kring landi í dag, er tað sjáldsamt at síggja tyrvingarpláss í bygdum øki, ella í stuttari fjarstøðu av bygdum øki. Seinastu tíðina eru trý tyrvingarpláss komin í Skálafirði, umframt at vøkur náttúruøki eru skemmað av skilaleysari atferð hjá einstaklingum.

Tað skrivar Pól Esper H. Hansen, í kæruni, sum hann hevur sent myndugleikunum í samband við "óruddiligu" støðuna í Skálabotni.

Lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður