Oscar-heiðurslønir í annaðkvøld

2017-02-25 17:40 Author image
Simona Midjord

Mánanáttina føroyska tíð verður árliga Oscar-handanin í Los Angeles. Hetta er 89. ferð, at The Academy of Motion Picture Arts and Sciences (AMPAS) heiðrar bestu filmarnar farna árið.

Hátíðarhaldið fer fram í The Dolby Theatre í Hollywood, og vertur verður skemtarin Jimmy Kimmel. Hann hevur ikki verið Oscar-vertur fyrr.

Sum vant verður kappast í fleiri bólkum, og fleiri eru tilnevnd í hvørjum bólki. Filmurin La La Land hevur fingið heili 14 tilnevningar. Tað er ein tangering av metinum hjá All About Eve (1951) og Titanic (1997).

Sostatt kann La La Land taka metið fyri flest vunnar Oscar-heiðurslønir. Tað metið er 11, sum Ben-Hur (1959), Titanic (1997) og The Lord of the Rings: The Return of the King (2003) hava vunnið.

La La Land er favorittur til at vinna í fleiri av tilnevndu bólkunum. Harðasta kappingin um gerast besti filmur man koma frá Moonlight”, Manchester by the Sea og Hidden Figures. Høvuðsleikararnir í La La Land, Ryan Gosling og Emma Stone, eru eisini favorittar at vinna sum besti høvuðsleikari hjá kvinnum og monnum. Roknað verður við, at Casey Affleck og Denzel Washington eisini hava ein góðan møguleika hjá monnunum, men hjá kvinnunum er Emma Stone stórfavorittur.

Her eru nakrir av bólkunum og teimum tilnevndu.

Besti filmur:

Arrival

Fences

Hacksaw Ridge

Hell or High Water

Hidden Figures

La La Land

Lion

Manchester by the Sea

Moonlight

Besti leikstjóri:

Denis Villeneuve (Arrival)

Mel Gibson (Hacksaw Ridge)

Damien Chazelle (La La Land)

Kenneth Lonergan (Manchester by the Sea)

Barry Jenkins (Moonlight)

Besti sjónleikari:

Casey Affleck (Manchester by the Sea)

Andrew Garfield (Hacksaw Ridge)

Ryan Gosling (La La Land)

Viggo Mortensen (Captain Fantastic)

Denzel Washington (Fences)

Besta sjónleikarinna:

Isabelle Huppert (Elle)

Ruth Negga (Loving)

Natalie Portman (Jackie)

Emma Stone (La La Land)

Meryl Streep (Florence Foster Jenkins)

 

placeholder

Meira langlesnaður