Oslo Børs dyrgir við Bakkafrost

2016-06-21 11:24 Author image
Dimma

- Eru kanska fleiri føroysk feløg, sum vilja fylgja Bakkafrost til Oslo?

Soleiðis spyr Per Eikrem, samskiftisstjóri hjá Oslo Børs, í einari innbjóðing, nú norski partabrævamarknaðurin kemur á vitjan. Í morgin, mikudagin 22. juni, hevur Oslo Børs bjóðað føroyskum vinnulívi til eitt seminar um, hvussu feløg kunnu gagnnýta kapitalmarknaðirnir til vøkstur og menning.

Bakkafrost er nú vorðið nummar 16 á listanum yvir tey feløg, sum klára seg best á partabrævamarknaðinum í Oslo við einum marknaðarvirði á 14,9 milliardir krónur. Og tað er Bakkafrost, sum Oslo Børs dyrgir við, nú teir eru í Føroyum og royna. Tí Bakkafrost er vorðið eitt væl umtókt partabræv og hevur havt ógvuliga góð ár á Oslo Børs.

- Síðan Bakkafrost varð skrásett á Oslo Børs í 2010, hevur føroyska felagið klatrað inn á listan yvir tey størstu feløgini á partabrævamarknaðinum Marknaðarvirðið er vaksið við 780 prosentum, úr 1,7 til 14,8 milliardir krónur. Samstundis hevur felagið goldið út 1,4 milliardir krónur í vinningsbýti til sínar parteigarar. Harvið hevur felagið skapað 14,5 milliardir krónur fyri sínar parteigarar, sigur Oslo Børs.

Oslo Børs er heimsins størsti partabrævamarknaður fyri føði úr sjónum.

Meira langlesnaður