Drotningavitjanin: Osmund valdi at lúka í eplaveltuni

2016-06-13 19:01 Author image
Sigmund Vang

Meðan bilafylgið við stóru svørtu bilunum fór gjøgnum Hvalba og fyrst steðgaði við eldrasambýlið og síðani fór víðari í Roynhøllina, valdi Osmund Eyvindsson at lúka í stóru eplaveldu sína.

Tað er nú ikki tí, at Osmund ikki hevur áhuga í kongahúsinum.

- Eg plagi at hyggja, tá okkurt er frá kongahúsinum í sjónvarpinum og lesi tað, sum eg detti um, men í dag helt eg at veltan skuldi raðfestast, sigur Osmund, sum er spentur upp á, hvussu tað fer at hilnast í ár.

- Eg havi sett eitt nýtt slag niður. Okkurt genspleisað, sum eitur Hanna-Folva, og tað hopi eg fer at geva væl, sigur hann.

Osmund Eyvindsson er annars kendur fyri at eiga pylsuvognin í Hvalba, har nógv fólk vitja. Hann verður tó 67 ár í oktober, og hevur tí roynt at sloppið sær av við pylsuvognin.

- Onkur er komin við boði upp á hann, men boðini hava verið for lág, sigur hann.

  

placeholder

Meira langlesnaður