Øssur og Hans Karl geva út tvífløgu

Øssur og Hans Karl geva út tvífløgu

2017-06-12 14:17 Author image
Leif Láadal

Listamaðurin, yrkjarin og tónleikarin Øssur Johannesen hevur saman við gomlu gittarhetjuni úr Straight Ahead v.m., Hans Karl Hansen, givið út tvífløgu við heitinum "In eksile".

- Talan er um instrumentalan improvisatións-tónleik, sigur Øssur Johannesen.

Á fyrru fløguni spælir Hans Karl gittar, meðan Øssur spælir bass og trummur. Báðir hava framleitt og komponerað løgini. Á seinnu fløguni spælir Øssur bass, gittar og slagverk. Við undantaki av síðsta lagnum, har Hans Karl spælir egið lag á gittari, hevur Øssur framleitt og komponerað alt tilfarið á seinnu fløguni.

- Tónleikurin hevur røtur í rocki, blues og jazzi, eins og nøkur løg eru gjørd við íblástri úr fjareysturlendskum tónleiki og eksperimenterandi avantgard-tónleiki, sigur Øssur Johannesen.

Øssur Johannesen stendur sjálvur fyri at geva tvífløguna "In eksile" út.

placeholder

Meira langlesnaður